Jóan Símun Edmundsson fekk 61 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, KA spældi dyst á útivølli móti Akranesi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
KA fekk eina ræðuliga byrjan. Akranes legði seg á odda 1-0 longu í øðrum minutti, og 16 minuttir seinni økti heimaliðið til 2-0. Akranes staðfesti sigurin heilt móti dystarenda.
KA hevði eisini nakrar málmøguleikar, men teir tóku ikki av.
Akranes-KA 3-0 (2-0)
1-0 Jón Gísli Eyland Gíslason ('2 )
2-0 Viktor Jónsson ('18 )
3-0 Viktor Jónsson ('90+)
KA er næstaftast í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir. Tað eru tó bert trý stig upp til ÍBV á fjórða plássinum.
Í annaðkvøld klokkan 20.15 taka Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti Fram á Víkingsvøllinum. Víkingur er triðfremst í deildini við sjey stigum fyri fýra dystir.