Í einari samrøðu við NBC News vil amerikanski forsetin ikki útiloka at brúka hervald í Grønlandi.
Hetta hevur hann áður sagt, og hetta hevur hann eisini endurtikið nakrar ferðir - seinastu í samrøðuni við NBC News.
Í samrøðuni verður Donald Trump spurdur um viðurskiftini við Kanada - og um hann kundi funnið upp á at brúkt hervald móti Kanada.
Her svarar amerikanski forsetin, at hann væntar ikki, at tað nakrantíð kemur har til við Kanada.
Men, hvat viðvíkur Grønlandi, sigur hann:
- Tað kundi hent. Okkurt kundi hent við Grønlandi.
Og so leggur hann aftrat:
- Eg vil vera erligur - vit hava brúk fyri Grønlandi við atliti at tjóðar-og altjóða trygd, men eg trúgvi, at tað er ógvuliga ósannlíkt.
Sermitsiaq, ið endurgevur Ritzau, sum aftur endurgevur NBC News, leggur aftrat, at USA hevur rættiliga víðar heimildir í Grønlandi.
Hetta er sambært einari verjuavtalu millum Danmark og USA frá 1951.