Sunnudagin klokkan 14 spælir føroyska landsliðið seinasta dystin í bólki 4 í Nations League C.
Á Nacionalna arena “Todor Proeski” leikvøllinum í Skopje spæla Føroyar móti oddaliðnum, Norðurmakedonia sum longu hevur vunnið bólkin. Samstundis spæla hini bæði liðini í bólkinum, Lettland og Armenia í Riga.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Norðurmakedonia er fremst í bólkinum við 13 stigum, Føroyar hava seks stig, og Armenia og Lettland hava fýra stig hvør.
Um dysturin í Riga endar við javnleiki vera Føroyar nummar tvey í bólkinum óannsæð úrslitið móti Norðurmakedonia. Við sigri vera Føroyar við vissu nummar tvey í bólkinum, og við javnleiki eru sannlíkindini góð fyri einum øðrum plássi, ið hevði givið okkara monnum tveir Play Off dystir móti einum liði úr Nations League B um rættin at spæla í Nations League B.
Tað verður ein týskur bundesliga-dómari, ið fer at døma dystin millum Norðurmakedonia og Føroyar.
34 ára gamli, Daniel Schlager hevur dømt dystir í bestu týsku fótbóltsdeildini síðani 2016. Daniel Schlager dømdi dystin í Conference League millum Tre Fiori og B36 ólavsøkudag í 2022, ið endaði við javnleiki 0-0. B36 vann samanlagt 1-0.
Nations League C, bólkur 4:
14:00 GMT - Skopje (Nacionalna arena “Todor Proeski”)
NORÐURMAKEDONIA - FØROYAR
Dómari: Daniel Schlager GER
Hjálpardómari 1: Rafael Foltyn GER
Hjálpardómari 2: Sven Waschitzki GER
Fjórði dómari: Timo Gerach GER
VAR dómari: Daniel Siebert GER
VAR hjálpardómari: Riem Hussein GER
UEFA dómaraeygleiðari: Andrejs Sipailo LVA
UEFA umboð: Eduard Kindle LIE