Tað var í morgun, at fólk á Eiði boðaðu frá, at tey sóu ljós í haganum millum Tjørnuvík og Stakkin.
Av tí at eingin visti um fólk, sum vóru farin í hagan, varð leiting sett í verk, sum vit skrivaðu her á in.fo fyrr í morgun.
Átaksleiðarin har norðuri helt tað ikki vera ráðiligt at fara í hagan, tí tað var so hált. Tí var tyrlan boðsend.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tyrlan varð avlýst 10 minuttir eftir, at hon varð boðsent, tí fólk við eini sterkari lykt fingu beint mannan aftur á gøtuna. Hóast talan var um staðkendan mann, so var hann vilstur í haganum.