Tíðliga í morgun fekk Grønlands Politi eina fráboðan um, at eldur var í einum bygningi, sum húsar einari fyritøku í grønlendsku bygdini, Kangerlussuaq.
Løgregla og sløkkilið fóru á staðið, og Sermitsiaq veit frá vaktleiðaranum, Poul Kreutzmann, at siga, at arbeitt hevur verið við at sløkkja eldin.
Myndir, sum eru tiknar av eldi og royki og eru deildar á sosialir miðlar, vísa, at her er ógvusligur roykur.
Vaktleiðarin eggjar borgarum í bygdini til at hava eyguni við roykinum og helst at hava vindeygu og hurðar aftur.
Seinastu tíðindini úr Kangerlussuaq siga, at roykurin eisini fór yvir barnagarðin í bygdini, og tískil heitti løgreglan á fólk á stovninum um at hava vindeyguni aftur.
- Vit vita ikki, um eldurin er ásettur - ella um talan er um eitt óhapp, sigur vaktleiðarin, Poul Kreutzmann, við Sermitsiaq í morgun.
Í bygdini Kangerlussuaq í Vesturgrønlandi, nærindis Sisimiut, búgva sambært Wikipedia umleið 500 fólk.