Burn: H71 vann greiðan sigur í Kollafirði - er nú næstfremst

Tað endaði við einum sjeymálssigri til hoyvíkingar í Kollafirði

Lagt var upp til eitt brak av einum dysti, einari finalu um annað plássið í Burn mansdeildini millum KÍF og H71 í høllini í Kollafirði.

 

Men tað ikki so spennandi sum mong høvdu væntað. H71 vann ein greiðan 28-21 sigur á KÍF. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 14-8.

 

Tað nærmast kollfirðingar komu leiðsluni hjá H71 í seinna hálvleiki var við støðurnar 15-20 og 17-22. 

 

H71 er nú á týðandi øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar.

 

Komandi sunnudag tekur H71 móti Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini. Sama dag tekur KÍF móti StÍF í høllini í Kollafirði, og Neistin tekur móti VÍF. Allir dystirnir byrja klokkan 16.

 

Sum stigatalvan vísir hava øll liðini uttan VÍF nakað at spæla fyri í seinasta umfarinum í grundspælinum komandi sunnudag. VÍF hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær fyrsta plássið í grundspælinum. 

 

##med2##

 

Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##