Burn: KÍF vann á Team Klaksvík í Kollafirði

KÍF er nú nummar fimm í Burn Mansdeildini við níggju stigum

Savnsmynd

Ein dystur var leiktur í Burn Mansdeildini seinnapartin í dag.

 

Í høllini í Kollafirði tók KÍF móti Team Klaksvík.

 

Tað eydnaðist kollfirðingum at vinna dystin 27-24. Í steðginum var KÍF á odda 15-11.

 

Tá 41 minuttir vóru leiktir var KÍF greitt á odda 23-12. Tað eydnaðist klaksvíkingum at minka um munin til 23-18. 

 

Tá 50 minuttir vóru leiktir var KÍF á odda 26-19. Tá eydnaðist tað Team Klaksvík at minka um munin til 26-23 áðrenn KÍF skoraði til 27-23.

 

Fríði Weyhe (myndin) var toppskjútti hjá KÍF við seks málum. Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum. 

 

Í morgin klokkan 16 spæla H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini, og somu klokkutíð spæla Neistin og VÍF í høllini á Hálsi í Havn.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.f0)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF72441954912
 KYNDIL92552223312
 H7182392063311
 NEISTIN9235255-209
 KÍF10256279-238
 TEAM KLAKSVÍK9239282-435
 STÍF8221250-293

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd