Tríggir dystir vóru leiktir í Burn mansdeildini í dag.
Í høllini í Kollafirði tók KÍF móti Neistanum.
Neistin vann dystin 24-20. Í steðginum var KÍF á odda 11-10.
Tá seks minuttir vóru eftir var støðan 20-19 til Neistan. Seinastu minuttirnar var Neistin kaldari og kundi tryggjað sær ein góðan sigur í Kollafirði.
Rasmus Søby var toppskjútti hjá KÍF við sjey málum. Rói Haldansen og Ari Arnason vóru toppskjúttar hjá Neistanum við fimm málum hvør.
Í Vestmanna vann VÍF greiðan 38-30 sigur á StÍF. Í steðginum var VÍF á odda 21-14.
Filip Jojic var aftur stórskjútti hjá VÍF í dag. Hesaferð við 14 málum. Kasper Sommer var toppskjútti hjá StÍF við átta málum.
Í Badmintonhøllini í Klaksvík vann Kyndil stórsigur 29-18 á Team Klaksvík. Í steðginum var Kyndil á odda 13-10.
Brian Slyne var toppskjútti hjá Team Klaksvík við seks málum. Ovi Lützen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum.
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum KÍF-Neistin 20-24 (11-10)
##med2##
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum VÍF-StÍF 38-30 (21-14)
##med3##
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum Team Klaksvík-Kyndil 18-29 (10-13)
##med4##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 3 | 89 | 74 | 15 | 5 |
VÍF | 2 | 66 | 55 | 11 | 4 |
NEISTIN | 3 | 82 | 83 | -1 | 3 |
H71 | 2 | 57 | 50 | 7 | 2 |
KÍF | 3 | 76 | 82 | -6 | 2 |
TEAM KLAKSVÍK | 2 | 50 | 56 | -6 | 2 |
STÍF | 3 | 81 | 101 | -20 | 0 |