Byggiverkætlanin við langhyli liðug næsta summar

- Samstarvið við J&K Petersen hevur gingið væl. Øll viðurskifti, sum hava verið uppi og vent á vegnum, eru loyst í sátt og semju millum partarnar, sigur formaðurin í bygginevndini.

 

Tað er Annfinn Brekkstein, sum er formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, og hann er eisini formaður í bygginevndini aftanfyri stóru byggiverkætlanina við langhyli, sum verður bygd uppí verandi svimjihøll í høvuðsstaðnum. 

Vit hava spurt mannin, sum hevur fingurin á pulsinum í hesi verkætlan, hvussu tað gongur við byggingini.

- Tað gongur væl, og tað er okkara vón, at langhylurin við sínum vælveruøki verður tikin í nýtslu komandi summar. Verkætlanin er seinkað eitt lítið sindur, men tað er eingin ósemja millum okkum sum byggiharra og J&K Petersen, sum gera arbeiðið.

Formaðurin í mentanarnevndini sigur, at málið er, at verkætlanin verður liðug og handað kommununi miðskeiðis næsta summar og í seinasta lagi í september.

- Verkætlanin fer at liggja um 235 miljónir krónur í mun til tær 212 miljónirnar, sum verkætlanin varð ætlað at kosta. Men, hetta er ein heimilað prísøking - um vit so kunnu siga - sum sambært okkara ráðgeving liggur innanfyri rímiligar karmar, tá havt verður í huga, at príshækkingar hava verið, og okkurt smávegis er komið aftrat. 

Annfinn Brekkstein sigur, at samstarvið við J&K Petersen hevur gingið væl, og hann hevur einki at finnast at, tí øll viðurskifti, sum hava verið uppi og vent á vegnum, eru loyst í sátt og semju millum partarnar.

- Vit í kommununi hava ein verkætlanarleiðara, sum fylgir gongdini við byggingini, og hesin stýrir fyri okkara viðkomandi verkætlanini saman við teimum, sum byggja. Vit fáa góða og leypandi kunning einaferð um mánaðin ella eftir tørvi, og eg haldi, at hetta hevur riggað væl, sigur hann. 

 

Byrja uppá hylin

Í løtuni eru J&K Petersen í holt við at innloka stóra bygningin, sum er bygdur aftrat. Takið er komið á, og her eru glaspartí komin í vestureftir. 

Í syðra parti eru plátur negldar fyri opini, men her verður eisini glas sett í fyrsta dagin.  

- Vit kunnu faktiskt siga, at bygningurin er innilokaður, nú vit eru komin út á heystið, og veturin stundar til, og tað fer ikki at taka langa tíð at montera tey vindeygu og glaspartí, sum eftir eru.

Annfinn Brekkstein vísir á, at nú verður arbeitt inni í nýggju svimjihøllini, og her fara J&K Petersen at byrja uppá sjálvan hylin.

- Stálið til svimjihylin, veggir og botn er komið. Alt verður gjørt eftir forskriftunum, og her gongur alt júst, sum tað skal.

Umframt at her verður ein langhylur við altjóða mátum á 50 metrar, verður eisini eitt vælveruøki við gosbaði og ymiskum øðrum í nýggju høllini. 

 

##med2##

 

Øll fara at fegnast

Tað var býráðið undan hesum, sum setti verkætlanina við langhylinum í gongd, og her varð alt undirskrivað, áðrenn sitandi býráð tók við.

- Jú, tað er rætt, at tað var ein ávís togan aftur og fram um hetta mál og hesa íløgu, men eg var ein av teimum, sum atkvøddi fyri. 

Annfinn Brekkstein væntar, at tá langhylurin verður liðugur, verða tey allar flestu fegin um hesa íløgu og nýggju møguleikarnar.

- Tað, at høvuðsstaðurin hevur ein langhyl at bjóða fram til tey, sum vilja venja og kappast, trúgvi eg verður til gleði fyri mong. Hetta fer at geva okkara svimjarum góðar møguleikar, eins og vit fara at kunna bjóða okkum fram til stórar kappingar.

Hann vísir á, at umstøðurnar til venjing og kappingar verða nógv betur við langhylinum, samstundis hetta gevur nýggjar møguleikar í verandi svimjihøll.

- Tá langhylurin verður tikin í nýtslu, verður hesin í fyrsta lagi brúktur til venjingar og kappingar, og tá fara umstøðurnar í gomlu svimjihøllini at liva sítt egna lív.

Annfinn Brekkstein sigur, at verandi hyljar burturav fara at verða brúktir til borgararnar, og longu í komandi ári fer svimjihøllin at hava meira opið, serliga um vikuskiftini.

- Vit fara at víðka nakað um verandi brúsumøguleikar við fleiri brúsum, nú vit fáa langhylin, og vit fara at gera onkrar tillagingar. Báðar hallirnar verða samanbundnar; gangandi verður innandura ímillum hallirnar, og móttøkan verður hin sama sum í dag, sigur hann.

 

Fjarhitaskipan

Tað eru nøkur ár síðan, at fjarhiti kom oman í Gundadal, har eisini kommunalir bygningar og stadion eru íbundin, og nýggi langhylurin verður eisini við í fjarhitaskipanini.

- Jú, tað er ein góð kensla, at vit eru á grønu leiðini, soleiðis at eisini kommunalir bygningar í Gundadali eru knýttir í fjarhitaskipanina. 

Formaðurin í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu fegnast um, at verkætlanin við langhylinum gongur væl, og eins og mangur annar gleðir hann seg til, at verkætlanin nú er komin so mikið langt, at hon verður handað kommununi komandi summar.