Carlsberg ætlar at keypa bretskan leskidrykkframleiðara

Danska bryggjaríið Carlsberg hevur fingið tilboð upp á bretskt Britvic góðkent. Prísurin er avtalaður á 29 milliardir krónur

Carlsberg er best kent fyri at framleiða øl, men fyritøkan hevur eina ætlan um at víðka vøruúrvalið til aðrar, alkoholfríar drykkir. (Savnsmynd). - Mynd: Andrew Kelly

Carlsberg hevur fingið tilboð góðkent uppá at keypa bretska leskidrykkframleiðaran Britvic, sum umframt egin merki eisini tappar vørur frá amerikanska Pepsico upp á lisens til bretska marknaðin.

Danska bryggjarífelagið boðaði í morgun frá, at tey hava játtað eitt tilboð uppá Britvic upp á 3,3 milliardir bretsk pund, svarandi til 29 milliardir danskar krónur.

Nevndin í Britvic mælir partaeigarunum til at taka undir við tilboðnum.

Carlsberg hevur eina ætlan um at víðka um vøruúrvalið við øðrum vørum enn ølinum, sum fyritøkan søguliga hevur verið kend fyri at bryggja.

Britvic framleiðir millum annað saft frá merkinum Robinsons og leskidrykkinum Tango.

Harumframt hevur felagið gjørt ein 20 ára sáttmála um at tappa millum annað Pepsi og 7-Up. Ein avtala, sum heldur fram, um Carlsberg yvirtekur felagið.

Tilboðið frá Carlsberg svarar til ein kurs fyri hvørt bretskt partabræv uppá 13,15 pund. Felagið hevur áður havt eitt tilboð upp á Britvic á ávikavist 12 og 12,50 pund avvíst. goymsla.

Sum liður í fíggingini av keypinum hevur Carlsberg í dag boðað frá, at áhaldandi partabrævakeypsætlanin hjá felagnum steðgar við beinanvegin.

Ætlanin er, at avtalan gongur út í fyrsta ársfjórðingi 2025.

Hendir tað, fer Carlsberg at leggja verandi bretsk virksemið og Britvic saman í eitt felag.

Væntað verður, at samanleggingin kann hava við sær synergivinning upp á umleið 100 milliónir pund fyrstu fimm árini.

Í dag styrkti Carlsberg umframt keypstilboðið til Britvic sína støðu á bretska marknaðinum við at keypa samstarvsfelagan Marston’s úr felagsfelagnum Carlsberg Marston’s.

Carlsberg hevur í hesum sambandi goldið 206 milliónir pund til Marston fyri at gerast einsamallur eigari.

/ritzau/

 

Carlsberg er best kent fyri at framleiða øl, men fyritøkan hevur eina ætlan um at víðka vøruúrvalið til aðrar, alkoholfríar drykkir. (Savnsmynd). - Mynd: Andrew Kelly