CNN: Langa marran hjá Danmark í Eurovision er liðug

Danmark er í fyrstu Eurovision finalu síni síðani 2019. Tað vekir altjóða ans.

Danska Eurovision-vónin, Sissal, vildi ikki lúta fyri veddingarfyritøkunum hósdagin og er nú í Eurovision-finaluni, sum verður um eina løtu í sveisiska býnum Basel.

Tað hevur vakt altjóða ans, og tíðindini eru nú komin til navnframa amerikanska miðilin CNN.

- Langa tjóðarmarran hjá Danmark er av, sigur CNN, sum heldur fram:

- Longsta fráveran hjá kappingini í finaluni (tey kvalifiseraðu seg seinast í 2019) er brotin av eini fantastiskari, episkari og brennandi balladu, sum hevur uppiborið nógv meira kærleika enn hon fær. Tað er gott gjøgnum smátalarar. Men tað er nógv betri live.

Tað eru seks ár síðani, at Danmark seinast var við í Eurovision-finaluni.

Her sang Leonora seg upp á 12. pláss við " Love Is Forever". Men einki heldur í allar ævir, og síðani hevur tað verið langt fram til góðu styrkislistarnar í altjóða Melodi Grand Prix.

Í 2023 megnaði Reiley als ikki at vinna hyggjarahjørtuni við "Breaking My Heart", sum endaði á 33. plássi.

Eftir fleiri ár við finalufadesu, setti DR í verk eina nýggja grand prix strategi sama ár: kærleiki við fyrsta lurt saman við sterkari framførslu visuelt og vokalt.

Til Eurovision í fjør vórðu Saba og sangurin "Sand" vald út frá júst teimum parametrunum. Men sjálvt har rann vónin um eitt finalupláss út sum sandur millum fingrarnar.

DR stóð fast við at halda fram við strategiini, og í ár hevur tað eydnast.

Samstundis hevur public serivice støðin økt um átøkini á sosialu miðlunum, har Sissal sambært grand prix stjóranum hjá DR, Erik Struve Hansen er vorðin ein darling.

Fyribilsfavoritturin hjá veddingarfyritøkunum at vinna ársins Eurovision er framvegis satir-trioin Kaj, sum umboðar Svøríki við saunalagnum "Bara Bada Bastu".

Aftaná kemur eysturríkska opera-íblásta balladan "Wasted Love" hjá sangaranum JJ.

Um Sissal aftur mótprógvar veddingarfyritøkunum og vinnur alla baduljuna fáa vit at síggja í sjónvarpinum í kvøld.

Danmark hevur tríggjar ferðir vunnið altjóða Melodi Grand Prix: í 1963 við "Dansevise" hjá Grethe & Jørgen Ingmann, í 2000 við "Smuk som et stjerneskud" hjá Brødrene Olsen og í 2013 við "Only Teardrops" hjá Emmelie de Forest.

 

/Ritzau/