Conference League: Írskur dómari til dystin millum Brøndby og HB

Talan er um dómara, ið dømdi U19 EM-finaluna

 

Hóskvøldið klokkan 18.30 spæla Brøndby og HB seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League á leikvøllinum í Brøndby. Fyrri dysturin endaði 1-1.

 

Tað verður írski dómarin, Rob Hennessy sum dømdi U19 EM-finaluna millum Niðurlond og Spania 26. juni, ið skal leiða dystin millum Brøndby og HB.

 

34 ára gamli, Rob Hennessy hevur dømt altjóða dystir síðani 2019, so tað er ein hampuliga altjóða royndur dómari HB fær niðri í Brøndby. 

 

Rob Hennessy hevur dømt 174 dystir í bestu írsku fótbóltsdeildini.

 

BRØNDBY IF (DEN) - HB TÓRSHAVN (FRO)

 

Dómari: Robert Hennessy IRL

 

Hjálpardómari 1: Dermot Broughton IRL

 

Hjálpardómari 2: Emmett Dynan IRL

 

Fjórði dómari: Damien MacGraith IRL

 

UEFA dómaraeygleiðari: Mehmet Murat Ilgaz TUR

 

UEFA umboð: Ignas Marcinkevičius LTU