Countryfestivalurin heldur fram í dag

Í kvøld fara eitt nú Hallur Joensen, Tinganest og Buddy Jewell at spæla

(Mynd: Countryfestvalurin)

Countryfestivalurin var í gjár hidin í veruligum góðveðri, og í dag heldur festivalurin í Sørvági fram.

 

Í dag vera ymiskir aktivitetir og undirhald fyri børn og vaksin, og klokkan 18 byrja konsertirnar aftur.

 

Fyrsta konsertin verður við Magna Christiansen á Dungapalli, og seinni í kvøld ber til at uppliva eitt nú Buddy Jewell, Tinganest, Hallur Joensen, Herborg og Ólavur og Son of Fortune.

 

Sommersonband hevur seinastu konsertina klokkan 01:30 í nátt.

 

(Mynd: Countryfestvalurin)