Dabo fær harða revsing fyri at sláa

Betri deildin menn: Boubacar Dabo hevur fingið leikbann í heilar seks dystir

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur givið Boubacar Dabo hjá B68 leikbann í heilar seks dystir, fyri at sláa Viljorm Davidsen í dysti móti HB sunnudagin.

 

Boubacar Dabo fekk beinleiðis reytt kort stutt fyri hálvleik, tá hann at síggja til sló Viljorm Davidsen hjá HB, eftir at hesin hevði avleverað bóltin. Framrættaði spælarin úr Senegal fekk í fyrstu atløgu gult kort, men hendingin fór fram framamnfyri fjórða dómaranum, ið vísti á at talan var um álvarsligt brot.

 

Kappingarnevndin er komin fram til, at Boubacar Dabo skal sita uttanfyri í seks dystir. B68 hevur møguleika at kæra dómin.