Dagpeningarskipanin skal aftur umfata sóttarhald

Tey, sum eru í sóttarhaldi, skulu fáa dagpengar. Tað játtaði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, fyri Árna Gregersen í samrøðu í FM1 í dag.

– Allir flokkar siga seg taka undir við, at tann skipanin verður sett í verk aftur, sum var í vár. Tað vil siga, at tey, sum eru sett í sóttarhald - tað vil siga bæði tey, sum hava symptomir, og sum verða sett í sóttarhald vegna tilmæli frá myndugleikunum - tey verða umfatað av dagpeningaskipanini.

– Tað er landsstýrið sjálvandi eisini samt um, og tað verður borið niðan í tingið í dag. Væntandi verður tingfundur seinni í vikuni, annaðhvørt hósdagin ella fríggjadagin, sigur løgmaður.

Eisini gjørdi Bárður á Steig Nielsen greitt, at ein eykajáttan kemur niðan í tingið, soleiðis at peningur er til taks til tær mongu koronukanningarnar, ið verða framdar í hesum døgum.

Trýst á pílin omanfyri fyri at hoyra samrøðuna við løgmann