Tað er nakað síðani, at tað var greitt, at Dan í Soylu ikki fór at halda fram í Klaksvík. Hann skrivaði fyri einum ári síðani undir tvey ára sáttmála við KÍ, men tað riggaði ongantíð heilt, sum tað var ætlað. Dan í Soylu vann ikki fast pláss á liðnum, og í heyst varð boðað frá, at samstarvið var hildið uppat.
28 ára gamli Dan í Soylu var við í 24 dystum. 11 ferðir varð hann skiftur inn og sjey ferðir varð hann skiftur út.
Í kvøld boðar HB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Dan í Soylu. Hann er væl kendur í felagnum, sum hann umboðaði 2018 – 2023. Sambært FaroeSoccer hevur Dan í Soylu spælt 233 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 33 mál.