VINDMYLLAVITLOYSI VIÐ GRÓTHÚSVATN!?!

HVUSSU KUNNU FÓLK HAVA SLÍKAR ÆTLANIR?

við Argjagarðsá 21/11-2024

 

SERA SERSTAKT STAÐ: Tann, sum hevur upplivað eina dýrdarløtu við Gróthúsvatn á Sandi, ikki minst eitt summarkvøld, ivast ikki: Hatta vatnið, hatta økið, er so serstakt viðvíkjandi fuglalívi, plantulívi og landslagi, at vit mugu gera alt fyri at varðveita tað!

 

Í dýrdarveðrinum eplafagnaðardagin á Sandi høvdu fleiri ókunnufólk við nýggju tunnilsfarleiðini høvi til at uppliva fagra Gróthúsvatn.

 

FUGLAKØNI ÁVARAR: Hin kendi fuglavinurin hevur alment ávarað móti vindmyllum vestan fyri Gróthúsvatn. Vónandi og væntandi verður lurtað eftir honum!

 

VINDMYLLUR, JA TAKK!   VIÐ GRÓTHÚSVATN, NEI TAKK!!

 

Undirritaði tekur avgjørt undir við vindmyllum, men hatta økið er serstakliga illa valt! Finnið vinaliga eina aðra loysn!

 

TÓRSHAVNARØKIÐ: Vestan fyri høvuðsstaðin eru fleiri vindmyllur, og tað er gott og neyðugt. Onkur vindmylla er kanska komin at standa í so nær náttúrulundini (viðarlundini) í Havnardali!

 

Blíðan byr, Føroyar, við grønu menningini á sjógv og landi!

 

Fáið nú ferð á!

 

Við grønari orkukvøðu

 

Eyðun á Borg