Eftir ein longri steðg, eru teir aftur, og Danny & The Veetos siga seg gleða seg til Ljósfest í Vági 16. august 2025.
-Vit fara at spæla øll hittini, og fáa fólkið uppá kók, siga teir í Danny & The Veetos.
-Eftir ein steðg eru vit aftur við frískum tónleiki, endurnýggjaðari orku og serligu Veetos nærveruni, siga teir í Danny & The Veetos.
Teir vóru framúr á G! Festivalinum, og nú er Ljósfestin næsta mál.
-Kom og syng ”Alright”, og øll hini hittini, og uppliv teirra fangandi, orkufullu og upplyftandi framførslu tann 16. august, mitt í Vági, siga fyrireikararnir.
Ljósfest er í Vági í døgunum 15., 16. og 17. august 2025.