Klaksvíksbólkurin Grandma's Basement hevur við fangandi sangum megnað at fingið áhoyrarafjøldina á Summar Festivalinum at liva og syngja við, sum fáir bólkar megna.
Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 fóru teir at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – eisini á Summar Festivalinum, har teir hava framført fleiri ferðir. Ikki minst í Tjaldinum hava teir verið ovfarnir, tá ið teir eru farnir á pallin.
– Vit blíva líka kløkkir hvørja ferð av, at móttøkan er so góð. Tað er sum, tá ið tú kemur úr flogfarinum í einum heitum landi – tað møtir ordiliga. So tað er ógvuliga stuttligt, sigur Jón Jacobsen, sangari í Grandma's Basement.
Teir eru kendir fyri sangir sum "Hon fær ongantíð nokk", "Renna nakin", "Sýrahøvd", "Reyvarhol", "Bangna beistið" og aðrar.
Nú eru seks ár liðin, síðani Grandma’s Basement seinast spældi á Summar Festvalinum, og tí er tíðin komin, at teir aftur vera við á landsins størsta tónleikatiltaki.
Grandma's Basement leggur upp til eina heilt serliga og lívliga løtu í Tjaldinum á Summar Festivalinum fríggjakvøldið kl. 02:15.
Her kanst tú síggja video-samrøðu við Jón Jacobsen, sangara í Grandma's Basement:
##med2##