Dansibandsfestivalurin latið 154.000 krónur til feløg og felagsskapir

Alt arbeiðið er sjálvboðið og ólønt, og møguligt yvirskot skal latast sum stuðul, og tað er eisini gjørt í ár.

Í dag var samkoma í VB húsinum í Vági, har nevndin fyri Dansibandsfestivalin hevði sett ymsum feløgum og felagsskapum stevnu.

 

Høvið var at Dansibandsfestivalurin hevði gávugóðs ella stuðul at lata. Í alt 154.000 krónur.

 

Fyrst greiddi Dennis Holm, vegna nevndina, stutt frá søguni, og hvussu byrjað varð í smáum 2014. Hugskotið var at skipa eitt øðrvísi tiltak fyri tilkomin, ið hevði á skrá hugna, mat, tónleik og nærumhvørvið skuldi eisini vera við.

 

Fyrtsa árið spældu Hans Jacob og Vinmenn og Jens Lisberg við bólki.

 

Hóast veðrið ikki spældi við, so vóru fólk samd um, at hugskotið var gott, og tað hevur bara ment seg, so festivalurin bara er vaksin. Og nevndin fegnast um ta góðu fjøld, ið savnast til Dansibandfestivalin.

 

Alt arbeiðið er sjálvboðið og ólønt, og møguligt yvirskot skal latast sum stuðul, og tað er eisini gjørt í ár.

 

Tey sum fingu stuðul hesaferð vóru: Berin, Johanna TG 326, Eydnudeildin – Svanarnir, Reyði Krossur, FC Suðuroy, VB hondbóltur.

 

Umframt hevur VB ungdómsdeildin, ið skal til Dronninglund í summar, fingið stuðul.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##