Føroyska dart-landsliðið setti í gjár kósina móti Slovakia, har EM í dart verður avgreitt hesa vikuna. EM er á skránni annaðhvørt ár og hesaferð er Samorin í Slovakia vertur fyri kappingini, skrivar Dartsambandið.
40 lond eru við til EM hesaferð. Tey flestu hava lið bæði hjá kvinnum og monnum, men nøkur lond hava, eins og Føroyar, bert manslið. Í dag er byrjanarhátíð og ymiskt fundarvirksemi á skránni. Dystir verða so á skránni mikudagin, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Spælt verður bæði í einmansleiki, tvímansleiki, umframt liðdystirnar, har fýra spælarar eru á hvørjum liði.
Í undanfarnu EM-kappingini, sum var í Spania í 2022, endaði mansliðið samanlagt nummar 16 í røðini. Ilt er at meta um møguleikarnar at fáa líka gott úrslit hesaferð. Í liðkappingini eru londini býtt í 5 seedings-løg, meðan tað har afturímóti ikki er nøkur seeding í einmansleiki og tvímansleiki.
Tí kann lutakastið gerast rættuliga avgerðandi, fyri møguleikunum at koma langt har. Í øllum førum hava okkara menn fyrireikað seg við venjingum alt summarið og fara at leggja alla orku í at fáa góð úrslit, skrivar Dartsambandið.
Til ber at fylgja við øllum dystunum á tv.dartconnect.com/events/wdf og fleiri av dystunum verða eisini stroymdir. Link til stroyming verður lagt út á wdfcupslovakia.com/live-stream-live-score/
Við á ferðini eru Annfinn Hjaltalin, formaður, Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan MacIntosh, Uni Árting og Jens Albert Simonsen, venjari