Dokumentarfilmur um KOKS á Viaplay: – Ein ótrúliga hugtakandi søga

– Filmurin handlar ikki bara um mat, men um tað stríðið og dramaið við at gjøgnumføra projektið og lata upp eina matstovu í einari lítlari bygd í Grønlandi, sigur leikstjóri Ole Juncker, sum av einari fascinatión av Føroyum og Grønlandi fann uppá at gera ein dokumentarfilm um Koks.

Mynd: Henrik Bohn Ipsen

Sosialurin: 1. juni kom ein nýggjur dokumentarfilmur um føroysku Michelin-matstovuna Koks út á stóru norðurlendsku stroymingartænastuni Viaplay. Talan er um ein dokumentar, sum fortelur søguna um slóðbrótandi Koks, ið flytir úr Føroyum til eina fjarskotna bygd í Grønlandi.

 

Tað var síðst í 2021, at Koks boðaði frá, at føroyska Michelin-matstovan flytir til bygdina Ilimanaq í Grønlandi. Áðrenn hetta húsaðist Koks í gomlu smiðjuni Frammi við Gjónna við Leynavatn, og tá byggilovyi ikki fekst til nýggju ynsktu staðsetingina við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal, fall valið á grønlendsku bygdina Ilimanaq.

 

Royndi danski dokumentarleikstjórin Ole Juncker fangaði hesa søguna, og saman við einum einum filmstoymi frá Plus Pictures hevur hann dokumenterað hetta nýggja ævintýrið hjá Koks.

 

– Vit fylgdu teimum í processini upp til tey lótu upp. Tað var áhugavert at dokumentera avbjóðingarnar við at lata upp eina matstovu í einari so lítlari og fjarskotnari bygd, sigur hann.

 

Tí ja, avbjóðingarnar vóru nógvar í tali. Tí hvat ger man, tá man skal lata matstovu upp um nakrar dagar, men ikki hevur nakra køk? Og hvussu við at skaffa rávørur til matskránna við 22 rættum? Alt hetta hava tey filmað, og svarið sæst í endaliga filminum.

 

– Hendan søgan hevur nógv, sum er gott fyri ein film. Drama, avbjóðingar og spenning, sigur Ole Juncker.

 

##med2##

 

Mynd: Henrik Bohn Ipsen