Tað, sum er funnið í Týsklandi, sum kann knýtast til týskaran, er eitt nú barnaklæðir og vápn. Týska løgreglan heldur seg hava prógv fyri, at Madeleine er deyð, men at líkið ongantíð er funnið

Dokumentarur við nýggjum upplýsingum um McCann

Í dokumentarinum vísir týska løgreglan lutir, sum tey halda kunnu knýtast at Christian Brückner og málið um McCann

Tað, sum er funnið í Týsklandi, sum kann knýtast til týskaran, er eitt nú barnaklæðir og vápn. Týska løgreglan heldur seg hava prógv fyri, at Madeleine er deyð, men at líkið ongantíð er funnið

Ein nýggjur dokumentarfilmur á bretska Channel 4 vísir fyri fyrstu ferð ymiskt, sum er funnið í einum verksmiðjubygningi, og týska løgreglan heldur, at hetta eru lutir, sum kunnu knýtast til týskaran, Christian Brückner, ið er maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri bretsku smágentuni, Madeleine McCann í Portugál fyri 18 árum síðan.

 

Øll heimspressan hevur skrivað um gentuna, sum hvarv úr portugisiska frítíðarbýnum, Praia da Luz í Algarve, hin 3. mai í 2007. Higartil er gátan um, hvat hendi gentuni, ongantíð loyst, men søgurnar og frágreiðingarnar hava verið nógvar hesi árini, síðan gentan sporleyst hvarv av kamarinum, meðan foreldrini sótu og ótu eina máltíð nærindis.

 

Í nýggja dokumentarinum vísir týska løgreglan lutir, sum tey halda kunnu knýtast at Christian Brückner og málið um McCann. Sagt verður, at lutirnir kasta nýtt ljós yvir heimsins mest umrødda mál av slíkum slag og dokumemtarfilmurin, sum kallast "The Unseen Evidence", er gjørdur í samstarvi við bretsku ávísina, The Sun.

 

Tað, sum er funnið á verksmiðjuni, ið eisini kann knýtast til týskaran, sum er undir illgruna í málinum, er eitt nú barnaklæðir og vápn, og týska løgreglan heldur upp á, at tað, sum er funnið, prógvar, at Madeleine McCann er deyð, menlíkið er ongantíð funnið.

 

##med2##

 

Týskarin, Christian Brückner, situr ein dóm fyri neyðtøku. Formelt er hann ikki skuldsettur í McCann-málinum, og hann sigur seg eisini ósekan í málinum um smágentuna, sum hvarv fyri 18 árum síðan.

 

Útlendskir miðlar siga í samband við nýggja dokumentarin, at týska løgreglan higartil ikki hevur gjørt viðmerkingar til dokumentarin.

 

Lesið eisini hesa greinina - https://www.dagbladet.no/nyheter/funn-vekker-oppsikt-bekrefter-alt/83059376

 

##med3##

 

 

 

Tað, sum er funnið í Týsklandi, sum kann knýtast til týskaran, er eitt nú barnaklæðir og vápn. Týska løgreglan heldur seg hava prógv fyri, at Madeleine er deyð, men at líkið ongantíð er funnið

Christian Brückner er ikki formelt skuldsettur í McCann-málinum. Hann noktar seg sekan

Tað var í portugisiska frítíðarbýnum, Praia da Luz, at  Madeleine McCann hvarv hin 3. mai í 2007