Meðan samráðingarnar við Trump-stjórnina halda fram, fyrireikar ES-nevndin nú eitt nýtt aftursvar, um tað ikki eydnast at sannføra amerikanska forsetan um at tálma tollinum á evropeiskar vørur.
Hósdagin vísti ES-nevndin á amerikanskar vørur fyri 95 milliardir evrur, sum kunnu koma undir toll. Samstundis letur ES eitt WTO-mál upp móti USA.
Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.
– ES er framvegis fult sinnað at finna samráðingarúrslit við USA.
– Samstundis fyrireika vit okkum framvegis til allar møguleikar, og samráðingin, sum er sett í verk í dag, fer at hjálpa okkum í hesum neyðuga arbeiðinum, sigur von der Leyen.
/Ritzau/