Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava russiska forsetan, Vladimir Putin, at koma til samráðingar um Ukraina

Donald Trump: - Eg ynski ikki at skaða Russland

Amerikanski forsetin ávarðar russiska forsetan um, at kríggið í Ukraina bara verður verri, um ein avtala við Ukraina ikki kemur á borðið innan stutta tíð

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava russiska forsetan, Vladimir Putin, at koma til samráðingar um Ukraina

Soleiðis, sum vit hoyrdu fyrr í kvøld, leggur amerikanski forsetin, Donald Trump, nú trýst á russiska forsetan um at koma til samráðingar við Ukraina.

 

Samstundis hóttir forsetin við hørðum handilsligum tiltøkum móti Russlandi.

 

- Eg haldi, at Vladimir Putin oyðileggur Russland við ikki at samráðast, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur sagt við meg, at hann ynskir eina friðaravtalu.

 

Og Donald Trump skrivar eisini soleiðis á sosiala miðlinum, Truth Social, seinnapartin í dag:

 

- Eg ynski ikki at skaða Russland. Eg elski russiska fólkið.

 

Amerikanski forsetin vísir eisini á, at Russland hjálpti USA at vinna seinna heimsbardaga, og at hetta kostaði Russlandi dýrt í mannalívum. 

 

- Tá hetta er sagt, so skal eg gera Russlandi - sum hevur ein minkandi búskap - eina stóra tænastu: Steðgið hesum láturliga kríggi!

Donald Trump ávaraði eisini russiska forsetan um, at kríggið bara verður verri, um ein avtala ikki kemur á borðið innan stutta tíð.

 

- Tá havi eg einki annað val enn at seta í verk revsititøk og høgan toll á alt, sum verður selt úr Russlandi til USA, sigur hann á Truth Social.

 

Leiðarin fyri russisku ST-umboðanina, Dmitrij Polyanskij, hevur í kvøld gjørt viðmerkingar til útsagnirnar hjá Donald Trump um møgulig revsitiltøk mót Russlandi.

 

- Donald Trump, forseti, hevur makt til at steðga óndsinnaða politikkinum í Ukraina, og hetta sigur hann við statsriknu russisku tíðindastovuna, Ria Novosti.

 

##med2##

 

Dmitrij Polyanskij vísir á, at Moskva má fáa at vita, hvat uppskotið til eina møguliga avtalu er, áðrenn Russland tekur støðu, og hann gevur eisini USA skyldina fyri, at Russland er í kríggi í Ukraina.

 

- Donald Trump hevur ikki ábyrgdina av tí, sum USA gjørdi í Ukraina í 2014, tá USA gjørdi landið anti-russiskt og fyrireikaði landið til kríggj við okkum. Men, nú hevur Donald Trump maktina til at steðga óndsinnaða politikkinum, sigur Dmitrij Polyanskij.

Hann leggur aftrat, at hetta ongantíð hevur snúð seg um landaøki, men um menniskju og teirra rætt at varðveita sín samleika.

 

Russland hevur fleiri ferðir hildið upp á, at USA og vesturheimurin hevur gjørt Ukraina anti-russiskt og hava fyrireikað landið til kríggj móti Russlandi.

 

- Men, tað var altso Russland, sum hertók Krim-hálvoynna frá grannalandinum Ukraina longu í 2014 og sum eisini leyp á Ukraina í februar í 2022, veit www.dagbladet.no at siga í kvøld.

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava russiska forsetan, Vladimir Putin, at koma til samráðingar um Ukraina

Leiðarin fyri russisku ST-umboðanina, Dmitrij Polyanskij