– Tað er eingin uttanríkispolitisk kreppa.
Soleiðis segði Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, í gjár um støðuna í Grønlandi. Men allir floksleiðarar á danatingi eru í kvøld boðsendir á fund á forsætismálaráðnum um málið, sum vekir aftur minnir um tíðina undir koronukreppuni.
Leiðarin í danska radikala flokkinum, Martin Lidegaard, heldur, at "vitan er alt í hesi støðuni". Tað sigur hann undan fundinum.
- So eg vænti eina drúgva frágreiðing frá stjórnini um, hvussu boðini hjá Trump eru fatað í USA, í ES og í Grønlandi - og sjálvandi atlit hennara um víðari reaktiónina hjá Danmark, sigur hann í skrivligari viðmerking.
Fundurin fer fram eftir at Donald Trump - komandi forsetin í USA - aftur vísir stóran áhuga fyri, at Amerika fær ræðið á Grønlandi. Týskvøldið tíð vildi Trump ikki vraka hernaðarligan og búskaparligan tvingsil fyri at fremja ynskið um valdið yvir Grønlandi.
- Fyri meg verður týdningarmesta fokus at tryggja samsvarandi og samskipaða handling við Grønland sjálvt, hetta verður avgerandi komandi dagarnar, sigur Martin Lidegaard, sum er fyrrverandi uttanríkisráðharri.
Sambært forkvinnuni í Konservativa flokkinum, Monu Juul, hevur stjórnin ikki verið nóg greið í mun til ríkisfelagsskapin seinastu dagarnar.
Hon er forvitin eftir at hoyra, um tað er nøkur orsøk til tað. Men Mona Juul heldur, at stjórnin skal geva eina "avkláring" um týdningin av ríkinum. Hon greiðir tó ikki nærri frá, hvat tað serliga merkir.
##med2##
- Fyri tey konservativu er tað heilt avgerandi, at vit fáa vissu fyri, at stjórnin arbeiðir við at styrkja kongaríkið í tí støðu, vit eru í. Hetta merkir, at vit eru sera greið yvir, at tað er ein ríkisfelagsskapur og at vit vilja varðveita hann, sigur Juul.
Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, heldur, at "vit hava upplivað ekstreman ódugnaskapi frá stjórnini".
ÍTV 2 undrast Morten Messerschmidt á, hví stjórnin ikki hevur rætt hondina út til Trump fyri at hoyra, hvat hann sær fyri sær.
- Eg vænti, at stjórnin fer at mana óvissuna um Grønland og teirra sjálvræði í jørðina, so amerikanarar vita, at tamarhald er á Grønlandi, og at vit eru í samgongu við USA sum týdningarmesta sameinda, og at vit tryggja Arktis saman við grønlendingum, sigur Morten Messerschmidt við TV 2.
Sambært miðlunum byrjar fundurin klokkan 19:30, sum Martin Lidegaard váttar fyri Ritzau.
/Ritzau/