Drúgt fundarvirksemi um uppsjóvarfisk í London

Seinastu tvær vikurnar hava verið drúgvar samráðingar í London millum strandarlondini um uppsjóvarfisk.

Í seinastu viku vóru samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild og hesa vikuna vóru samráðingarnar um makrel, eftirlit við fiskiskapi í Landnyrðingsatlantshavi og ein fyrireikandi fundur millum Føroyar og Bretland í sambandi við árligu samráðingarnar um fiskirættindi, sum verða í London 3. og 4. desember 2024.

 

Strandarlondini samdust um at fylgja ráðgevingini frá ICES viðvíkjandi svartkjafti, norðhavssild og makreli. Tískil verða mest loyvdu veiður fyri hesar tríggjar stovnar í 2025 ávikavist 1.447.054 tons, 401.794 tons og 576.958 tons.

 

Umframt at viðgera ráðgevingarnar frá ICES á samráðingunum um teir tríggjar uppsjóvarstovnarnar, viðgjørdu strandarlondini eisini útbreiðslufrágreiðingarnar, veiðihagtøl, tvíliðað samstørv, umsitingartiltøk og NEAFC atgerðir.

 

Strandarlondini samdust um at hittast aftur í London 16. og 17. desember 2024 at royna at fáa fleiri lond upp í strandarlandasemjuna millum Føroyar, Bretland og Noreg um at býta makrelin.

 

Luttakandi londini í London vóru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.