Á Sandi eru tveir vakstrartunlar, sum áhugafelagið Veltan hevur umsitið. Fyrst kom hin minni (sæst til høgru á myndini), og fyri umleið 6-7 árum síðan kom hin størri, sum nú hevur mist dúkin.

Dúkurin á vakstrartunlinum skrædnaði

Konstruktiónin stendur, sum hon stóð, tá tunnilin varð bygdur fyri 6-7 árum síðan.

Á Sandi eru tveir vakstrartunlar, sum áhugafelagið Veltan hevur umsitið. Fyrst kom hin minni (sæst til høgru á myndini), og fyri umleið 6-7 árum síðan kom hin størri, sum nú hevur mist dúkin.

Landnyrðingsættirnar eru ringar á Sandi, og mikudagin í vikuni varð harðveður.

 

Bussarnir hjá Bygdaleiðum góvust at koyra, tí tað varð hildið at vera óðamannaverk at flyta fólk millum bygdir í almennari ferðslu, soleiðis sum líkindini vóru.

 

Á Sandi eru tveir vakstrartunlar, sum áhugafelagið Veltan hevur umsitið. Fyrst kom hin minni, og fyri umleið 6-7 árum síðan kom hin størri. Báðir hava teir staðið væl í øllum veðri, og tað hevur undrað, at fundament og plastikk hava hildið.

 

Í ódnarveðrinum mikudagin í vikuni orkaði plastikkið á stóra tunlinum ikki meira. Tað skrædnaði, og ein fittur partur av plastikkinum reiv av tunlinum.

 

Eingin hevði roknað við, at plastikkið fór at halda í allar ævir, tí slíkt slítist, sum árini ganga.

 

##med2##

 

Ætlanin hevur verið, at plastikkið skuldi skiftast eftir nøkrum árum, men tað er so ikki gjørt, og nú helt tað ikki meira. At síggja til er einki hent við fundamentinum undir tunlinum, sum eftir hvat skilst er fest niður í vøllin við stórum halum.

 

Síðan tunnilin varð bygdur, hevur nógvur ymiskum vøkstur verið her. Men, skal tunnilin halda fram sum vakstrartunnil, má plastikkið skiftast. Sum skilst, var eingin gróðurseting ella vøkstur her, nú plastikkið fór.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Á Sandi eru tveir vakstrartunlar, sum áhugafelagið Veltan hevur umsitið. Fyrst kom hin minni (sæst til høgru á myndini), og fyri umleið 6-7 árum síðan kom hin størri, sum nú hevur mist dúkin.

Plastikkið er farið, men konstruktiónin stendur.

Her er ein av myndunum úr vakstrartunlinum, sum Veltan legði út fyri sløkum tveimum árum síðan.