Philadelphia Eagles vunnu Super Bowl, ið er finalan í amerikonskum fótbólti.
Í finaluni sum var leikt í New Orleans vann Philadelphia Eagles 40-22 á Kansas City Chiefs, ið annars vunnu Super Bowl í 2022, 2023 og 2024.
Tá dysturin var komin í helvt vóru Eagles á odda 24-0. Støðan var 37-6 áðrenn City Chiefs fingu minkað um munin.
Fitt av føroyingum brutu náttarsvøvnin fyri at fylgja við gongdini í Super Bowl.
Finalan komandi ár verður leikt í Santa Clara í Kalifornia.