Earth Hour - Elnýtslan minkaði 3 MW og var 84% burðardygg

Í Suðuroy var elframleiðslan 100% grøn.

Earth Hour ella tími jarðarinnar í ár var leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 – 21.30.  Endamálið við hesum afturvendandi átaki, sum verður hildið um størsta partin av heiminum, er at varpa ljós á umhvørvið – ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. at minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið.

 

Í Føroyum varð aftur í ár skipað fyri tiltøkum kring landið, har fólk høvdu møguleika til at leita sær út í náttúruna, og heitt varð á fólk um at nýta hetta høvið til at sløkkja ljósið, sjónvarpið, telduna osfr. og heldur geva náttúruni og hvør øðrum gætur. Eisini fyritøkur og kommunur eru við, og eitt  nú verða gøtuljósini í flestu kommunum sløkt.

 

Fyri at kunna meta um undirtøkuna fyri hesum átaki, fylgja vit á SEV við, um og hvussu elnýtslan minkar hesa løtuna.

 

Í ár minkaði elnýtslan í samfelagnum hendan tíman við 3 MW, sum er eitt sindur meira enn í fjør.

 

Elframleiðslan í meginøkinum tíma jarðarinnar kom niður á góð 45 MW, og av teimum vóru smá 84% burðardygg orka, harav ávikavist sløk 51% vatnorka og 31%  vindorka, smá 2% biogass, meðan oljan stóð fyri góðum 16%.

 

Í Suðuroy fall elnýtslan lutfalsliga meira enn í meginøkinum úr góðum 4 MW niður í  3,5 MW, og elframleiðslan í Suðuroy var 100% grøn tíma jarðarinnar.