Eg fari at søkja samstarv

Hvussu fari eg at brúka ein fólkatingssess? Hetta havi eg hugsa um, og eg fari í stuttum at siga tað soleiðis:

 

  1. Eg fari at stuðla einari bláari stjórn.
  2. Eg fari at vera virkin í at greina, granska, miðla og virka fyri at mál, sum enn ikki eru yvirtikin, koma undir føroyskt málsræði
  3. Eg fari í etiskum spurningum at taka støðu út frá mínum grundleggjandi kristnu virðum.
  4. Eg fari at søkja samstarv breitt, men vil altíð vera trúgvur móti míni borgarligu hugsjón.

 

Eg hevði sett stóran prís uppá álit tykkara til valið 31. oktober 2022, og eg vóni, at tit vilja velja meg ella ein av hinum valevnunum hjá Fólkaflokkinum.