Plagar tú at fara á ólavsøku?
- Ja, seinastu árini havi eg altíð verið á ólavsøku.
Tað sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Millum annað at fara válandi og møta fólki, tú ikki møtir hvønn dag.
Eyðstein sigur, at honum dámar væl at hyggja eftir kappróðrinum og vitja fólk til nátturða eftir kappróðurin.
- Serliga dámar mær væl, at tey flestu eru ílatin og prýdd við siðbundnu føroysku klæðunum, ið eru so serstøk og vøkur.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Tað er torført at siga, tí ólavsøkan er so góð, sum hon er. Tó vóru serligu ólavsøkudystirnir í Gundadali nakað heilt serligt, og hesir eru ikki teir somu longur.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Tað er torført at taka nakað ár fram um annað, tá tað er ólavsøka, tí allar ólavsøkurnar, sum eg havi verið á, hava verið serstakliga góðar.
Eyðstein Zachariasen sigur seg bara hava góð minnir frá ólavsøku.
- Og vónandi verður ólavsøkan í ár eins góð og onnur ár, og hesaferð er ætlanin er at fara til Havnar við báti fyri fyrstu ferð, leggur hann aftrat.
Lesið eisini -
- Havi ongantíð verið nakar ólavsøkufjeppari - https://www.in.fo/news-detail/havi-ongantid-verid-nakar-olavsoekufjeppari