Miðflokkurin byggir sína stevnuskrá á tey kristnu virðini, og tað haldi eg, at vit, bæði persónliga og sum tjóð, eiga at gera.
Millum míni hjartamál eru:
- at øll hava rættin til lívið. Lívið byrjar við gitnaði og endar við natúrligum deyða.
- at Sjúkrahúsverkið skal fáa fremstu raðfesting. Eg ynski eitt trygt samfelag fyri tey, sum hava brúk fyri hjálp. Tá er tað at gleðast um, at lógarfest viðgerðartrygd til nýggja krabbameinsætlan er eitt ítøkiligt úrslit frá seinasta valskeiði.
- at tey, sum starvast innan vælferðartænasturnar, skulu altíð hava eina virðiliga løn, sum endurspeglar tann týdning, teirra arbeiði hevur.
- at ansingargjaldið og barnsburðarfarloyvið skal familjan sjálv gera av.
- at gjaldið skal fylgja barninum.
- at tað skal vera lættari hjá borgarum við skerdum førleikum at koma á arbeiðsmarknaðin.
- at fiski- og alivinnan, sum er ein grundarsteinur undir okkara vælferð, skal hava tryggastu karmar, og ikki skiftandi umstøður, alt eftir, hvør er í landsstýrinum.
Jann Johannesen
Valevni - Miðflokkurin