Eilif Samuelsen 90 ár í morgin

Mikudagin 22. mai fyllir Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismaður, 90 ár.

Eilif er føddur og vaks upp í Fuglafirði sum tann fjórði í røðini av tólv systkjum. Foreldrini vóru Lena, f. Midjord, og Steingrím Samuelsen, sýðslumaður. Bæði foreldrini høvdu tónleikagávur, og hetta hevur eyðkent Eilif og hini systkinini, sum altíð hava havt stóran tokka til sang og tónleik.

 

Í 1952 fór Eilif á háskúla í Haslev og fór síðan á Haslev Seminarium, har hann tók prógv í 1958. Eftir lokið prógv gekk leiðin aftur til Føroya. Fyrsta árið arbeiddi hann sum vikarur í Fuglafirði, og summarið eftir bleiv hann lærari á skúlanum í Hvalvík.

 

Eilif giftist Katrini, f. Hansen, í 1956 og saman eiga tey børnini Sigrun (fødd 1956) og Jákup (føddur 1959). Katrin er dóttir Jákup Hansen, bónda við Svartá Fyri Niðan í Saksun og Karolinu Magnussen av Kvíggjarhamri í Saksun. Eilif tók stóran lut í bóndalívinum á garðinum hjá verfaðirinum øll árini, og í Saksun eigur hann mangar góðar løtur í hoyna, á fjalli, í bjørgunum, við flettingarborðið og á haruveiðu. 

 

Eilif flutti við familjuni til Havnar í 1965 og starvaðist eitt skifti sum lærari í Kommunuskúlanum. Í 1968 fóru Eilif og Katrin niður til Keypmannahavnar, har Eilif gekk á læraraháskúla. Árið eftir fluttu tey aftur til Føroya, og Eilif fekk starv í Venjingarskúlanum, har hann starvaðist, til hann fór frá fyri aldur.

 

Eilif hevur altíð havt stóran áhuga fyri mentan og samfelag og hevur øll árini tikið lut í nógvum arbeiði samfelagnum og mentanini at frama. Hann var millum annað formaður í Føroya Lærarafelag frá 1969-1980, sat í stýrinum fyri Mentanargrunn Landsins í 18 ár, stjórnaði Kristiliga sangkórinum frá 1966-1972 og var deknur í Vesturkirkjuni frá 1998-2017. Hann var somuleiðis í kirkjuráðnum fyri Vesturkirkjuna frá 1989-1993 og aftur frá 1998-2017.

 

Eilif hevur verið virkin í kommunu- og landspolitikki. Var bygdaráðsformaður í Hvalvíkar kommunu árini 1963-1965 og sat á Føroya Løgtingi fyri Sambandsflokkin frá 1978-1990 undantikið eitt skeið sum landsstýrismaður. Eilif var landsstýrismaður tvey skifti frá 1981-1985 og frá 1994-1998.

 

Sum landsstýrismaður virkaði Eilif fyri at menna føroyska skúla- og mentanarlívið. Í 1981 var hann sum landsstýrismaður við til at seta musikkskúla á stovn, fyrst sum royndarverkætlan í 1981 og seinni við lóg um stuðul til musikkskúlar í 1984. Hann sat sum formaður fyri nevndina fyri Tórshavnar Musikkskúla frá 1988-1998.

 

Seinastu mongu árini hevur Eilif týtt bøkur sum fáur annar. Umvegis egna forlag sítt Hemlið hevur hann higartil givið út 23 heimsklassikarar á føroyskum. Fyrsta bókin, hann umsetti og gav út, var Játtanir Augustinusar, sum kom út í 2004. Millum nýggjastu týðingarnar er stórverkið Essay eftir Michel de Montaigne í trimum bindum. Eilif fekk Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik í 2016 og Heiðursgávu landssins í 2023 fyri hansara stóra arbeiði at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.

 

Og á 90 ára føðingardegnum er Eilif aftur klárur við nýggjari bók. Sverris Søga um norska kongin Sverra Sigurðsson, sum vaks upp í Kirkjubø, ber nú til hjá øllum at lesa á føroyskum á fyrsta sinni.

 

Livandi sangurin úr barnaheiminum í Fuglafirði er enn sum áður við á lívsleiðini hjá Eilifi. Soleiðis eru bæði hann og konan Katrin trúføst í Tilhaldinum í Tórsgøtu hvørja viku, tá ið tey eldru syngja felagssang. Hetta hevur verið fastur táttur hjá teimum síðani 2002 og er tað enn. Somuleiðis eru tey bæði til manga konsertina, til framsýningar og tiltøk annars.

 

Eilif hevur altíð givið familjuni stóran ans. Í frítíðini hevur hann ríkað yngru ættarliðini sum íðin abbi og langabbi. Nógvar góðar løtur hava verið í Vík, har Eilif saman við øðrum keypti og umvældi barndómsheimið hjá abbanum, Andrassi Samuelsen. Nógvir hava túrarnir eisini verið. Túrar til gongu, túrar á floti á Nólsoyarfirði við svágrinum Hanusi ella í fjøllunum góðar summardagar - ofta einsamallur, men eisini saman við yngru ættarliðunum.

 

Abbabørnini