»Ein dagur á grynnuni« verður annaðhvørt ár framyvir

Síðani 2016 hevur »Ein dagurin á grynnuni« verið fastur táttur á kalendaranum hjá mongum familjum og einstaklingum.

Á hvørjum ári økist talið á vitjandi. Endamálið við Einum degi á grynnuni er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið í sjónum kring oyggjarnar, og fyriskipararnir hava lagt seg eftir at arbeiða burðadygt við at gagnýta so nógv av tilfanginum, sum til ber. 

 

Vegna korona varð ikki skipað fyri tiltakinum í 2020 og 2021, so vælvildin og gleðin var ótrúlig, tá Ein dagurin á grynnuni aftur var á skrá í 2022. Nógvir vóru stuðlarnir og hjálparfólkini, og Tórsgøta var á tremur við vitjandi gestum. Helst var tað mest vitjaða grynnan nakrantíð.

 

Tað krevur sera nógva tíð og orku at fyrireika og samskipa eitt stórt tiltak sum Ein dag á grynnuni, sum er tengt at vælvild og áhuga hjá stuðlum og hjálparfólki. Fyri at tryggja, at øll fáa eina góða uppliving, hevur nevndin tí tikið avgerð um at hava tiltakið annaðhvørt ár, sigur Hávarður Enni, næstformaður í Ein dagur við grynnuni.

 

Hóast broytta leistin vónar nevndin, at stuðlar og hjálparfólk verða eins ágrýtin at taka eina hond í 4. mai 2024, tá tiltakið aftur verður hildið í Tórsgøtu og Vágsbotni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##