Russiski forsetin, Vladimir Putin, leggur upp til beinleiðis samráðingar millum Russland og Ukraina.
Hann leggur upp til, at samráðingarnar byrja 15. mai í høvuðsstaðnum í Turkalandi, Istanbul.
Tað segði russiski forsetin á tíðindafundi sunnukvøldið.
Sambært Putin er endamálið við samráðingunum at fáa varandi frið og beina burtur grundleggjandi orsøkirnar til kríggið í Ukraina.
- Tað var ikki Russland, sum breyt samráðingarnar av í 2022. Tað var Kyiv. Hóast tað leggja vit upp til, at Kyiv tekur beinleiðis samráðingar uppaftur uttan nakrar fortreytir, segði Putin og vísti til miseydnaðu samráðingarnar stutt eftir russisku innrásina í Ukraina í 2022.
- Vit bjóða Kyiv at taka samráðingarnar uppaftur longu hósdagin í Istanbul, sigur hann sambært Reuters.
Fráboðanin kemur bert fáar tímar eftir, at ein tríggjar daga vápnahvíld í stríðnum móti Ukraina, sum Putin hevði lýst, fór úr gildi klokkan 22. leygarkvøldið okkara tíð.
Ukraina hevði ikki tikið undir við uppskotinum um vápnahvíld í tríggjar dagar, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur kallað eina “roynd at manipulera”.
Seinastu dagarnar hava bæði Ukraina og Russland ákært hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina.
Á tíðindafundinum sunnukvøldið sigur Putin, at Russland er "avgjørt fyri at føra álvarsligar samráðingar" í Istanbul.
- Vit útiloka ikki, at vit undir samráðingunum kunnu semjast um eina nýggja vápnahvíld, sigur Putin sambært AFP.
Ukraina og tess sameindu eru sinna til eina vápnahvíld í minst 30 dagar frá mánadegnum. Tað varð kunngjørt leygardagin eftir fund í sokallaðu samgonguni av vesturlendskum londum.
Sambært samgonguni tekur amerikanski forsetin, Donald Trump, eisini undir við uppskotinum.
Trump hevur stríðst fyri skjótari vápnahvíld í Ukraina, men enn hevur tað ikki eydnast at samráðast um longri og meira umfatandi steðgir í bardaganum.
Undan fundinum í Kyiv leygardagin segði týski kanslarin, Friedrich Merz, við týska blaðið Bild, at tað verður ein massiv herðing av revsitiltøkunum móti Russlandi, umframt eyka hjálp til Ukraina, um Russland vrakar 30 daga vápnahvíldina.
/Ritzau/