Burtursæð frá einum persóni, sum varð bitin av hundi og einum bilførarar, sum koyrdi ávirkaður av rúsevnum ella heilivági, so snúði dagurin hjá løgregluni í gjár seg um áarlop
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at tað byrjaði klokkan 13, tá fyrsta fráboðanin kom um áarlop. Tað var á Vatnavegnum í Vágum, har ein á var lopin á landsvegin. Síðani komu boð um áarlop millum Leynar og Skæling klokkan 13:30 og stutt eftir tað um áarlop á landsvegin við Landsfjósið í Kollafirði. Bert lítla løtu seinni kom fráboðan um áarlop millum Ljósá og Eiði.
Klokkan 14 komu boð um áarlop við Valaknúkar á Skálafirði millum Skálafjørð og Skipanes, og síðani komu boð um áarlopið á Selatrað, sum Kári Jacobsen á Selatrað filmaði, og sum sæst her niðanfyri:
##med2##
##med3##
##med4##
Um sama mundið fekk løgreglan boð um áarlop norðan fyri Hósvík og úr Haldórsvík, har Fossá var lopin út á landsvegin, so ikki var koyrandi. Úr Funningsfirði komu eisini boð um tvey áarlop, sum darvaðu ferðsluni. Har fingu størri akfør kortini koyrt ígjøgnum.
Fráboðan kom eisini um áarlop við tunnilsmunnan í Kaldbaksbotni.
Úr Norðskála komu boð klokkan 16 um, at áarlop við nógvar mold var komið á vegin, og í Syðrugøtu komu boð um, at nógv vatn var á vegnum. Har varð sløkkiliðið boðsent.
Hetta lagið helt fram allan seinnapartin. Klokkan 16.30 komu boð um áarlop í Søldarfirði, klokkan 17 millum Kollafjørð og og Leynar við Leynatunnilin, og nakað eftir tað um áarlop í Haraldssundi.
Í Klaksvík kom fráboðan um áarlop millum Hjalla og úr Ánunum kom fráboðan klokkan 18:45 um vatn og grót á vegnum í trimum støðum.
Við Leynatunnilin var aftur galið klokkan 18:40, og har vóru fleiri bilar fangaðir ímillum tvey áarlop, so teir sluppu hvørki aftur ella fram.
Av Eiði komu boð klokkan 19:20 um vatn, sum rann inn í ein kjallara, so har mátti pumpa fáast til hjálpar.
Nakað eftir klokkan 20 komu aftur boð frá bilunum, sum stóðu fastir við Leynatunnlin, at ein bilur var raktur av einum áarlopi. Bilurin varð standandi á vegnum, men fólkini í bilinum vóru skelkað, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Av Selatrað komu aftur boð um áarlop í gjárkvøldið, men tá fingu tey at vita, at Landsverk ikki gjørdi meira á Selatraðarvegnum fyrr enn í morgun.
Seinni í gjárkvøldið vóru aftur boð um áarlop í Søldarfirði, av Strondum, á Oyrarbakka og á Vestmannavegnum, har grót eisini var komið á vegin.
– Samdøgrið var merkt av áarlopi. Kanska einir tríggir bilar fingu skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Talan var um ein bil við Leynatunnilin, ein var raktur á Vatnavegnum í Vágum og ein á Vestmannavegnum.