Ein heilsan til starvsfólkini á vælferðarøkjunum og til teirra við áhuga fyri evninum!

Tað er ikki politikkur at hækka norrmeringar, taka av eindarleiðslur, taka leiðarar úr normeringini, taka av fjarðleiðslur og so framvegis.

 

Ikki misskilja meg.

 

Eg tosi ikki her um málini, ella um hvat eg meini um hesi viðurskifti - men um arbeiðsbýtið millum politikara, borgarstjóra og umsiting.

 

Vit mugu hava ein kompetentan borgarstjóra, sum hevur eina umsiting - kommunustjóra og leiðslur, sum arbeiða konstruktivt við at betra um arbeiðsumstøðurnar, fremja rationaliseringar, gera røttu tingini og fáa trivnaðin hjá starvsfólki, búfólki/børnum og næstringum í hásæti. 

 

Politikarar skulu alla tíðina hava fingurin á pulsinum, soleiðis at fíggjarligir og fysiskir karmar eru til arbeiðini, og eisini alla tíðina vera so dagførdir um raksturin, at teir vita um nøgdsemi, skil er á og at tænasturnar  liva upp til tað, sum fólkið vil hava.

 

Og síðani venda sær til borgarstjóra, tá okkurt er, ella boð eru eftir broytingum.

 

Hetta krevur politiskar nevndir, eitt nú børn- og ung og eldranevnd, sum standa saman um og alla tíðina seta krøv um eitt ávíst innihald og tænastustøði, sum er so høgt, sum til ber.

 

Og lata starvsfólkini, í samráði við borgarstjóra, umsitingar, foreldur og næstringar, skipa og fyriskipa økini, íroknað rakstrarligar ratiolaliseringar, nýhugsanir og loysnir. 

 

Síðani skulu politikarar justera fíggjarviðurskifti, tá broytingaruppskotini ella dagføringarnar eru í samsvari við tað, sum politikarar og fólkið vil hava frá økjunum, at tað verður fíggjarliga forsvarligt og í semju við politiskan meiriluta.

 

Tí hevur tað stóran týdning fyri meg, at hava borgarstjóra og bestu umsitingar. 

 

Og hava starvsfólk og viðkomandi fólk í tilgongdunum og í møguligum nevndararbeiði sum sparring, tá tað gevur meining.

 

Sjálvsagt lærdi eg nógv í síðstu setu, og sjálvsagt er lættari at arbeiða politiskt, tá ein hevur havt eitt slag av innkoyring. 

 

Tí tað  skal ikki undirmetast, at tað krevst eitt nokk so drúgt innlit í politiskt og umsitingarligt arbeiði - áðrenn ein virkar til fulnar. 

 

Skilja vit hetta? 

 

Skilja vit munin á, hvar politikarin sleppur og borgarstjóri og umsitingar taka yvir ella taka stafettina?

 

Sjálvsagt hoyri eg, at tá valevni fara niður í og tosa um beinleiðis viðurskifti í rakstrinum, so snýr tað seg í seinna enda um tænastustøðið.

 

Eg sakni bara, at tað verður sett í rættan kontekst,  verður sett upp ímóti tørvi og fólki, sum er  tengt at tænastuni og sum er politiska uppgávan.

 

Fólkinum til gagns og signingar.

 

Tá alt hetta er sagt, havi eg stóra virðing fyri tí, sum starvsfólkini vísa á, tað verði seg bæði á dagstovna- og eldraøki og fari jaliga til verka, tá og um høvi býðst.

 

 

 

Bergun - Sambandið