Ein persónur deyður eftir kníválop í Fraklandi

Sambært franska ákæruvaldinum er ein persónur deyður og tveir løgreglumenn hava fingið skaða eftir eitt kníválop í Mulhouse.

Løgreglan savnar inn prógv á staðnum, tá eitt kníválop hendi, har ein maður er undir illgruna fyri at hava dripið ein persón og sært tveir løgreglumenn í Mulhouse í Eysturfraklandi. - Mynd: Sebastien Bozon/Ritzau Scanpix

Ein persónur er deyður og tveir løgreglumenn hava fingið álvarsligan skaða í einum kníválopi í Fraklandi.

Tað sigur franska ákæruvaldið, sambært tíðindastovuni AFP.

Álopið fór fram í býnum Mulhouse í Eysturfraklandi, tætt við markið til Sveis.

Sambært ákæruvaldinum er mistonkti illgerðarmaðurin á einum "yvirgangsfyribyrgingarlista", skrivar AFP.

Ein persónur er handtikin, skrivar Reuters.

Sambært franska miðlinum BFM TV fór álopið fram seinnapartin nærhendis einum marknaði undir taki.

AFP skrivar, at álopið hendi í sambandi við eina mótmælisgongu.

Trý løgreglufólk afturat afturat fingu eitt sindur av skaða í Mulhouse-álopinum, sum varð framt av einum 37 ára gomlum mistonktum, sum er á “einum yvirgangsfyribyrgingarlista”, sigur ákærin Nicolas Heitz við AFP.

/Ritzau/