Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF eru framvegis ósigraðir í hesum árinum.
Fyrr í dag spæld Sandnes ULF venjingardyst á útivølli móti Lysekloster, ið eisini spælir í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Sandnes við Gullbrandi sum liðskipara at vinna dystin 2-1.
Sandnes hevur higartil í ár tríggjar sigrar og ein javnleik í fýra venjingardystum.
Fyrsti kappingardysturin hjá Sandnes verður á heimavølli 30. mars. Tá taka teir í dysti í triðbestu deildini móti EIK-Tønsberg.