Handtikin fyri at koyra á bil fullur og rýma av staðnum

Ein bilførari misti koyrikortið treytað fyri at koyra 131 km um tíma. Ein kloyrdi ávirkaður og ein koyrdi ávirkaður á bil og rýmdir. Hann svevur nú í geglinum

Um hálvguam tíggjutíðina gjáramorgunin gjørdi løgreglan ferðslukanningar millum Fjarða í Eysturoy. Trý mál vórðu skrivað. Ein bilførari fekk treytaða frádøming, tí hann varð máldur at koyra 131 km um tíman, sum er langt oman fyri tað loyvda 80 km um tíman. Tveir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, teir koyrdu ávikavist 108 og 109 km um tíman.

Løgreglan í Suðuroy steðgaði einum bili í gjárkvøldið, ti tey høvdu illgruna um, at bilførarin ikki var heilt edrúur. Tá hann blásti í alkholmetrið vísti tað langt oman fyri markið. Hann varð tí handtikin, skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, blóðroynd varð tikin, og hann var síðani leyslatin.

Um 11 tíðina um gjárkvøldið varð ein maður á súkklu ákoyrdur í Havn. Hann fekk skaða í beinið og varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Um sama mundi fær løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði koyrt á ein parkeraðan bil, har tann, ið koyrdi á, rýmdi av staðnum. Løgreglan fór at leita eftir viðkomandi, sum varð funnin um 3 tíðina – upp á sekstíma regluna. Men hann noktaði at uppgeva navn og føðidato og varð tí handtikin. Hann liggur nú og svevur í einum kliva á politistøðini í Havn.

Løgreglan hevur eisini verið í býnum í Havn í nátt, har nógv fólk vóru í býnum. Men har gekk alt friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi á politistøðini.