Ein sperra vigar 12 tons

Nú er fyrsta av 10 sperrum komin á nýggju svimjihøllina í Havn

 

Nýggi 50 metra hylurin í Havn, sum verður bygdur upp í svimjihøllina í Gundadali, skal standa liðugur næsta ár. Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at fyrstu sperrurnar verða reistar í dag.

– Ja tann fyrsta av 10 sperrum er reist, og teir fara helst at hiva ta næstu nú um eina løtu, sigur Eyðun Húsgarð, stjóri í Svimjihøllini í Gundadali.

– Eg rokni við, at reisigildi verður einaferð í næstu viku, tá allar tíggju sperrurnar eru komnar upp, sigur hann.

Svimjihøllin í Havn er frá 1982. Tá loysti hon av gamla útisvimjihylin í Gundadali, sum lat upp í 1959. Hóast vit halda okkum minnast, at svimjihylurin í Gundadali var gamal og ótíðarhóskandi, tá hann lat aftur í 1982, so var hann bara 23 ára gamal. "Nýggja" Svimjihøllini er 41 ára gomul, hóast vit valla geva okkum far um tað.

Gamli hylurin í Gundadali var 25 metrar langur, eins og tann í Svimjihøllini. Við útbyggingini verður ein nýggjur 50 metra hylur lagdur aftur at teimum fýra hyljunum, sum eru í verandi høll.