Klokkan 4.30 í morgun tók løgreglan ein bilførara í Havn, har illgruni var um rúsdrekkakoyring. Hann varð handtikin og blóðroynd tikin, og so koyrir tað málið víðari.
Løgreglan fekk í einum øðrum føri boð um bilførara, sum var undir mistanka fyri at koyra ávirkaður. Løgreglan fór á staðið og kannaði bilføraran. Men hann var edrúuur, tað vísti seg, at hann sat og finglaðist við onkrum, meðan hann koyrdi. Hann fekk so eina ávaring fyri tað.
Á Tvøroyr fekk løgreglan boð um, at sjey seyðir gingu leysir inni í býnum. Aktingarmaðurin fekk boð um tað.
Klokkan 14 í gjár komu boð um, at eldur var í einum bili í Hvalba. Tað vísti seg, at okkurt var galið við akkumulatorinu. Fólk á staðnum fingu sløkt eldin beinanvegin.
Í Vestmanna var ófriður av larmandi prutlum, har nógv prutl koyrdu runt og larmaðu í bygdini. Men tá løgreglan kom á staðið vóru prutlini hvorvin sum døgg fyri sól.
Í Blábarr var ein persónur til ampa í nátt. Løgreglan fór avstað við persóninum, sum fekk eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.