Tríggjar ferðir hevur verið urtagarðs­kapping í Eysturkommunu, har kommunan er farin út at hyggja eftir urtagørðum. Tvey heiðursmerki er tað vorðið til hjá Tórhild og Rúna, eitt annaðpláss og eitt triðjapláss Myndir: Álvur Haraldsen

Ein urtagarður verður ongantíð liðugur

– Tí tú alsamt flytur ymiskt og sker niður, men fyri okkum er hetta ikki ov mikið. Heldur er tað terapi at fara út í garðin, sigur Tórhild Bjarkhamar í Leirvík

Tríggjar ferðir hevur verið urtagarðs­kapping í Eysturkommunu, har kommunan er farin út at hyggja eftir urtagørðum. Tvey heiðursmerki er tað vorðið til hjá Tórhild og Rúna, eitt annaðpláss og eitt triðjapláss Myndir: Álvur Haraldsen

Grein úr Sosialinum 16. jiuli 2021:

 

Niðan fyri Líðarvegí Leirvík standa húsini hjá hjúnunum Tórhild og Rúna Bjarkhamar, sum eru bygd í føroyskum sniði. Uttanfyri hava tey eina snotuliga terassu og ein vakran urtagarð

 

– Tað var í eini summarfrítíð eftir fyrsta árið á Læraraskúlanum, at eg fór at arbeiða hjá Tóri í Hoyvík, býargartnara í Havn, og har mentist og vaks áhugin fyri urtagørðum alsamt meira.

 

Tað sigur Tórhild Bjarkhamar í Leirvík, ið saman við manninum Rúna hevur skapt ein vakran urtagarð kring húsini í Leirvík.

 

– Líka síðani eg var barn, havi eg havt áhuga fyri urtagarði. Eg hevði tvær abbasystrar í Danmark, og frá teimum havi eg nøkur góð minni, tí urtagarðar teirra vóru sera hugnaligir. Systir mín og eg plantaðu trø og runnar og gjørdu urtagarð uttan fyri barndómsheimið, tá ið vit vóru ungar, greiðir Tórhild frá.

 

##med2##

##med3##

– Annars er tað ikki nakar í okkara familju, sum hevur havt áhuga fyri urtagarði, sigur hon og greiðir víðari frá, at hjá teimum er alt heimagjørt.

 

– Og tað nýtist ikki at vera so perfekt og professionelt, heldur hon.

 

Rúni og Tórhild hava putlast við hús og urtagarð seinastu 30 árini.

 

– Eg havi sniðgivið, og Rúni hevur tikið sær av allari grótlaðini og lagt arbeiðið til rættis.

 

Urtagarðurin byrjaði við, at Rúni gjørdi eitt økið til at planta í. Seinni gjørdu tey ein lægarð, og síðani eina terassu. Tey hava lagt ein áarløk ígjøgnum urtagarði, og tey hava stóra gleði av at hoyra áartutlið frá løkinum.

 

Tey spurdu seg fyri á Skógrøkt Landsins fyri at fáa vitan um, hvør vøkstur klárar seg í illveðri.

 

– Ein urtagarður verður ongantíð liðugur, tí tú alla tíðina flytur ymiskt og sker niður, men fyri okkum er hetta ikki ov mikið. Heldur er tað terapi at fara út í garðin, tí tá gloymir tú alt annað, sigur Tórhild.

 

Og so eru tey so sera fegin um at síggja úrslitið av arbeiðinum.

 

– Tað sum er við einum urtagarði er, at tú veitst ongantíð, hvat tað næsta verður. Vit hava eisini havt kálgarð, og eg var sera fegin um at fáa salat til matin. Men orsakað av ormverum, sum ótu seg inn í salatið, góvust vit við tí. Men vit hava kryddurtir sum basilikum, oregano og mynte, greiðir hon frá.

 

Um heystið skera tey runnar og trø niður. Tað kunnu tey gera alt árið, men tey hava valt at gera tað um heystið, so vøksturin ikki fer ov illa har, sum ættin rakar.

 

Í urtragarðinum hava tey píl, Alaska elri, øsp (poppel), lerkatrø og roynitrø og av runnum hava tey ribs, kaprifoliu og grísilu.

 

– Alaska elri veksur sera skjótt, so ert tú ótolin, so fá Alaska elri. Umframt trø og runnar hava vit nógvar ymiskar runnar og blómur, sigur Rúni.

 

##med4##

##med5##

##med6##

Á terassuni hava tey hugsað um heildina við gróti, flag og við timbri.

 

– Vit hava einki plastikk. Møblarnir standa úti alt árið, og tá stormdagar eru, tá venda vit teimum við og leggja okkurt grót á, so tað ber væl til at hava terassu í Føroyum, tú skalt bara hugsa teg um eftir umstøðunum, tá tú byggir, sigur hon.

 

Tórhild dámar sera væl at vera út í náttúruni og greiðir frá, at hon seinastu 30 árini hevur gingið sínar føstu túrar eftir Leirvíksvegnum.

 

– Eg leiti mær eisini íblástur til urtagarðin uttanlands. Vit hava ferðast í nógvum ymiskum londum, og tað eru altíð blómur og vakrir urtagarðar, og eygu míni festa seg við. Tað hevur eisini givið íblástur. Onkran íblástur havi eg fingið úti á Reyni í Havn, eitt nú altankassarnar. Hvør smálutur kann gera nógv, men alt skal kunna halda til tað føroyska veðurlagið. Eg hevði ikki roknað við, at teir fóru at halda, men nú eru altankassarnir 20 ára gamlir, sigur hon.

 

Hvørt ár keypir hon nýggjar margarittur at seta í altankassarnar.

 

– Vit bygdu húsini í 1992, og tað var í ringastu krepputíð, og hús okkara vóru einastu hús, sum vóru í gerð í bygdini. Vit ynsktu eini hús í gomlum føroyskum sniði við sprossavindeygum, flagtekju og laðaðari grund. Vit royndu at gera húsini so upprunalig sum møguligt, og tí hava tey torvhald at halda flagnum, sigur Rúni og greiðir eisini frá, at oyruni og kílarnir, sum stinga úr vindskeiðunum eita »andrifti«, tær síggjast á gomlum húsum. Andrifti var gjørt fyri at halda flagnum á takinum. Hesi skulu forða fyri at nakað drívur, so tað kemur av orðinum, at flagið ikki skal dríva niður av.

 

Í løtuni er Rúni í ferð við at laða grót uttan á grundina. Hann hevur lagað norðursíðuna og júst hendan morgunin, tá vit vitjaðu, høvdu tey fingið grót til at laða grundina lidna. Tey bygdu húsini soleiðis, at grundin var innan fyri klædningin, so tey kundu laða uttaná seinni. Tað er Tórhild sum hevur eggjað Rúna at fara í gongd við at laða grundina.

 

##med7##

##med8##

##med9##

– Vit hugsaðu nógv um staðsetingina, tá vit bygdu, og somuleiðis um sólargangin, og tað var ikki heilt vanligt tá. Vit hava morgunsólina á altanini, men so flyta vit okkum niðan í túnið seinni um dagin. Tá sólsetur er, flyta vit okkum aftur á morgunaltanuna. Tey eru bæði samd um, at vit í Føroym hava nógvar sóltímar, og tí dámar teimum væl at vera í Føroyum hesa ársins tíð. Her hevur næstan verið líka heitt sum í Spania, men tú fært kortini arbeitt bæði úti og inni.

 

– Vit hava næstan altíð lívd onkustaðni kring húsini.

 

Rúni greiðir frá, at hetta umhvørvið í Leirvík er nakað heilt serligt um jóansøkumundið, tí tá kanst tú síggja sólina fara í kav norði í Djúpunum.

 

– Tað koma fleiri ferðafólk til Leirvíkar at síggja sólina fara í kav, og tá verður himmalin blóðreyður og lilla. Tá sita vit á terassuni til langt út á náttina og njóta hesar fantastisku litirnar, sum koma av, at sólin er so opin av havinum. Hetta er sum vakurt listarverk, sigur hann.

 

– Fólk fara til Norðkapp at síggja sólsetur, men tey kunnu bara koma koma higar, sigur Rúni og greiðir frá, at tey hava eisini javnan vitjan, tí fleiri ynskja at síggja »listarverkið« – eggjað av myndum, sum Tórhild og Rúni hava lagt á Facebook.

 

Rúni greiðir eisini frá, at um veturin hvørvur sólin í Leirvík. Móti várið tann 11. februar hvørt ár, tá sólin sæst á Toftanesi, hittist bygdin í bygdarhúsinum til sólarkaffi. Tá hittast leirvíkingar allastaðni frá til sólarkaffi, at hátíðarhalda, at sólin aftur sendir geislar sínar á bygdina. Rúni sigur, at hugskotið við sólarkaffi stavar úr eini býgd í Íslandi, sum er í somu støðu sum Leirvík og aðrar bygdir í Føroyum, eitt nú Argir og Tjørnuvík.

 

At enda sigur Tórhild, at tað er so hugaligt at síggja, hvussu nógv í bygdini eru áhugað í at gera tað vakurt rundan um húsini.##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

 

Tríggjar ferðir hevur verið urtagarðs­kapping í Eysturkommunu, har kommunan er farin út at hyggja eftir urtagørðum. Tvey heiðursmerki er tað vorðið til hjá Tórhild og Rúna, eitt annaðpláss og eitt triðjapláss Myndir: Álvur Haraldsen