Jana skoraði og legði upp til 11 mál móti verandi meistarunum

Viborg megnaði flottan javnleik á heimavølli

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg hava mist møguleikan at røkka hálvfinalunum í bestu donsku hondbóltsdeildini, men tær díkja kortini á í bólki 2 í ovara endaspælinum.

 

Í dag megnaði Viborg í heimadystinum móti verandi meistarunum, Esbjerg ein flottan javnleik 31-31. Esbjerg var risastórur favorittur, so talan er um eitt satt bragd hjá Janu og hennara liðfeløgum. Esbjerg var á odda 20-15 í steðginum, so tað var eitt sera gott avrik Viborg framdi í seinna hálvleiki.

 

Jana skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir, og hon legði upp til heili átta mál (assist). Harumframt vann hon liðnum eitt brotskast. Jana var sambært hagtølunum næstmest effektivi leikarin hjá Viborg. Jana hevur higartil í kappingini havt 132 assist, ið er tað næstmesta í allari kappingini. Bert Helene Kindberg hjá Keypmannahavn hevur fleiri assist. 

 

Viborg hevur eitt stig aftaná fýra dystir, og tær koma ikki at røkka øðrum plássinum. Esbjerg er fremst í bólkinum við níggju stigum, og Ikast-Herning er nummar tvey við sjey stigum. Tað vera Esbjerg og Ikast-Herning, ið vinna seg í hálvfinalurnar. Sønderjyske er næstaftast í bólki 2 við tveimum stigum.

 

Viborg hevur tveir dystir eftir at leika hetta kappingarárið. Komandi týskvøld klokkan 19.30 spæla tær á útivølli móti Ikast-Herning, og tær enda við heimadysti móti Sønderjyske komandi fríggjakvøld klokkan 19. 

 

Liðið hjá Sùnu K. Hansen, Skanderborg vann í dag tann fyrsta uppflytingardystin av trimum møguligum móti Holstebro úr næstbestu deildini. Á heimavølli vann Skanderborg í dag 36-19 (17-12) á Holstebro. Komandi hósdag klokkan 17.30 tekur Holstebro móti Skanderborg á heimavølli. Vinnur Skanderborg tann dystin hava tær tryggjað sær plássið í bestu deildini. Súna hevur tíverri verið nógv darvað av skaða hetta farna kappingarárið. Men vónandi ríður Skanderborg stormin av, so Súna fær dystarvenjing í bestu donsku deildini undan HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi.