Ein vika uttan nýggja smittu

Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 91.793 kanningar.

Hetta er sjeyndi dagurin upp í slag, at eingin smitta er staðfest innanlands. 1.087 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár. 

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 361 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 50 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.