Fiskimaður gjørdist svakur umborð

Ein fiskimaður umborð í einum skipi, sum liggur í Klaksvík, endaði í brummuni, og her er hann framvegis.

Tað var ein skipari, sum ringdi til løgregluna úr Klaksvík og segði, at ein av manningini var blivin svakur umborð.

 

Fráboðanin úr Klaksvík kom stutt fyri midnátt í gjár.

 

- Vit fóru á staðið og handtóku mannin, sum var drukkin, og hann liggur framvegis í brummuni her hjá okkum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan er ikki um eitt føroyskt skip, har hendingin fór fram.

 

- Her var eingin persónsskaði, og vit meta ikki, at meira verður gjørt burtur úr málinum, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.