Altjóða orkustovnurin IEA metir, at dátumiðstøðir um allan heimin - eitt nú hjá Google - fara at tvífalda orkunýtsluna í 2026. (Arkivmynd). - Mynd: Annegret Hilse/Reuters

Vitlíki fær Google at ivast í egnum veðurlagsmálum

Felagið hevur sum mál um veðurlagsneutralitet í 2030, men lýsir leiðina sum "ógvuliga óvissa".

Altjóða orkustovnurin IEA metir, at dátumiðstøðir um allan heimin - eitt nú hjá Google - fara at tvífalda orkunýtsluna í 2026. (Arkivmynd). - Mynd: Annegret Hilse/Reuters

Orkukrevjandi nýtslan av vitlíki tykist gera tað trupult hjá Google at náa sínum veðurlagsmálum.

Tað skrivar bretski miðilin The Guardian.

Google hevur eitt mál um veðurlagsneutralitet í 2030. Eitt mál, sum "ikki verður lætt" at náa, sambært fyritøkuni.

Í gjár boðaði felagið frá, at útlátið av vakstrarhúsgassum er vaksið við 48 prosentum seinastu fimm árini.

Sambært Google er økingin í høvuðsheitum orsøkin til orkunýtsluna í dátumiðstøðum, men eisini útláti frá veitingarketuni.

Tøknirisin hevur gjørt stórar íløgur í vitlíki.

Google kallar sjálvt sítt veðurlagsmál fyri "ógvuliga ambitiøst", eins og fyritøkan leggur dent á, at "týðandi óvissur" eru knýttar at at náa málinum.

Hetta kemst millum annað av "óvissuni kring framtíðar veðurlagsávirkanir frá vitlíki, sum eru fløktar og torførar at spáa um", skrivar The Guardian.

Vitlíki - eisini nevnt AI - lýsir vanliga ritbúnað, sum er gjørd før fyri at gera ymiskt, sum bara menniskjansligt vit hevur megnað higartil.

Við AI er møguligt hjá eini teldu til dømis at taka avgerðir sjálvstøðugt ella røkja uppgávur sjálvstøðugt. Hetta er gjørt út frá nøkrum skipanum og reglum, sum fylgjast.

Altjóða orkustovnurin (IEA) metir, at dátumiðstøðir um allan heimin fara at tvífalda sína orkunýtslu frá 2022 til 2026.

Í 2030 fara dátumiðstøðir, orsakað av menningini av vitlíki, at brúka 4,5 prosent av alheims orkuframleiðsluni, metir greiningarstovnurin SemiAnalysis.

Dátumiðstøðir hava ein avgerandi leiklut í at menna og reka vitlíkisskipanir.

Apple, Facebook og Google hava øll dátumiðstøðir í til dømis Danmark.

 

/ritzau/

 

Altjóða orkustovnurin IEA metir, at dátumiðstøðir um allan heimin - eitt nú hjá Google - fara at tvífalda orkunýtsluna í 2026. (Arkivmynd). - Mynd: Annegret Hilse/Reuters