Eisini Heiðrikur undrast: Nokk er nokk

Hvar er logikkurin? Hava føroysk listafólk ikki verið nokk gjørd til rukku undir korona?

Fyri løtu síðani skrivaði vit her á in.fo, at stjórin í Norðurlandahúsinum undrast á, at 400 kunnu savnast til hondbóltsdyst, men at til eittnú konsertir kunnu bert 100 fólk savnast, og tað er sama galdandi fyri øll, uttan mun til, hvussu hølisumstøðurnar eru.

 

Les greinina her: in.fo - fyrst og fremst

 

Eisini fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum undrast. Og tað konsertin í Norðurlandahúsinum í februar við Brimheim, har longu er útselt, í fær heiðrik til knappaborðið.

 

Á sínum facebook-vanga sigur Heiðrikur soleiðis:

 

Nokk kann vera nokk!

 

Er tað bara eg, ið haldi tað vera langt úti, at tónleikarar mugu avlýsa konsertir og steðga søluni, tí tað koma yvir 200 fólk á konsert, og hondbóltsdystir skuli steðga søluni, tá tað er komið yvir 400?

 

Hvar er logikkurin? Hava føroysk listafólk ikki verið nokk gjørd til rukku undir korona? Okkara livibreyð er koyrt á 0, og myndugleikarnir hava hjálpt okkum 0? Har er ONGIN á tingi, ið virðir ella umboðar mentan, bara køva hana. Hjálp!!!, skrivar Heiðrikur á Heygum

 

Norðurlandahúsið hevur boðað frá, at til ber at koma á bíðilista til konsertina við Brimheim.

 

##med2##