Eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi er hurðin læst

Fólk sleppa heldur ikki at vitja sjúklingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og sostatt hava øll trý sjúkrahúsini læst hurðina fyri vitjandi

Í áðni skrivaðu vit at fólk sleppa ikki longur at vitja sjúklingar á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Men tá varð eisini upplýst, at av tí eingin koronusmitta er í Suðuroynni í løtuni og kunnu avvarðandi, og onnur, framvegis vitja sjúklingar á Suðuroyar sjúkrahúsið.

Les meiri um tað her: Sleppa ikki at vitja sjúklingar á tveimum sjúkrahúsum

Nú boðar heilsuverkið frá, at tað er eitt mistak, tí eisini á Suðuroyar Sjúkrahúsi eru dyrnar læstar, so heldur ikki har sleppa fólk at vitja sjúklingar. Men eru serligar umstøður sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina, siga tey. Hetta verður fyribils í gildi í tvær vikur, ella til og við sunnudagin 3. januar.

Sjúkrahúsini taka hetta stigið fyri at binda um heilan fingur, nú fleiri føroyingar aftur hava fingið koronu, og nógv fólk er væntandi heim til jólar.